Hvassi Gaffilin

Hvassi Gaffilin

Dámar tær væl Ástaklokkuna? Tað gera vit eisini! Men tað finnast eisini ein rúgva av øðrum góðum matstovum í Føroyum! Í matumælispoddinum ‘Hvassi Gaffilin’, ummæla vit føroyskar matstovur.

Yes! Vit eru ein matstova, sum ummælir hinar matstovurnar. Hví ólukkan tað? Jú, tí at vit halda at tað hevur týdning at matstovur verða umtalaðar og ummældar, og tí at vit ELSKA at eta úti <3

Vertir í ‘Hvassa Gafflinum’ eru ástaklokkurnar Felisia Helmsdal & Tjóðhild Patursson.

P.s. Á Instagram hjá ‘Hvassa Gafflinum’ leggja vit eisini út ymisk smærri matviðmæli.